Viðtøkur

1. Endamál

Endamál foreldraráðsins er at fremja áhugamál foreldranna í samráð við leiðara og vøggustovuna, barnagarðin. Skal arbeiða fyri at styrkja um samstarvið ímillum heim, foreldur, stovn og kommunu.

Foreldraráðið skal virka fyri trivnaði millum børn, foreldur, starvsfólk og stovnin.

2. Heiti

Foreldraráðið fyri Dagstovnin Hans Andrias Djurhuus, 100 Tórshavn

3. Foreldraráðslimir

Í ráðið kunnu veljast øll, sum hava børn á stovninum.

4. Atkvøðurættur

Foreldur ella avvarðandi hava eina atkvøðu hvør.

5. Ráðið

Foreldraráðið er samansett av trimum ella fimm limum, sum foreldrafundurin ger av. Ávikavist verða tveir og tríggir limir valdir í líkatals ári og ávikavist verða ein og tveir limir valdir í ólíkatals ári. Ráðið verður valt við vanligum atkvøðumeiriluta millum møttu foreldrini ella avvarðandi. Fyri hvønn ráðslim verður valdur ein varðalimur eftir somu skipan sum ráðsval.

Fer barn hjá ráðslimi úr stovninum, tekur varalimur sæti í ráðnum.

Ráðið skipar seg sjálvt við formanni, næstformanni og skrivara.

Skrivarin skrivar fundarfrásøgn, sum verður undirskrivað av ráðslimunum eftir fundin ella á fyrstkomandi ráðsfundi.

6. Fundir

Foreldraráðið kemur saman minst einaferð um ársfjórðingin og áliggur tá formanninum at kalla ráðið saman.

7. Foreldrafundur

Foreldrafundur verður hildin á heysti eina ferð um árið við hesi dagsskrá:

  1. Frásøgn frá stovnsleiðaranum frá farna ári
  2. Frásøgn frá foreldraráðnum
  3. Val av limum og varalimum til foreldraráðið
  4. Viðgerð av innkomnum málum
  5. Ymiskt

Uppskot, sum skulu viðgerast á foreldrafundi, skulu skrivliga vera ráðsformanninum í hendi seinast 14 dagar fyri fundin.

Foreldrafundurin er viðtøkuførur, tá minst helvtin av barnatalinum er umboðað.

Foreldrafundurin verður annars hildin, tá helvtin av ráðslimunum, leiðarin, minst 5 av foreldrunum ella kommunan ynskja tað.

8. Samráðingar

Ráðið er lið millum foreldur, stovnsleiðara og kommununa.

9. Ábyrgd limanna

Hvør limur í ráðnum hevur tagnarskyldu um øll viðkomandi viðurskifti, sum hann fær kunnleika um á ráðsfundi ella á annan hátt. Tagnarskyldan er eisini galdandi eftir, at limur er farin úr ráðnum.

Hvør ráðslimur skal undirskrivað eina váttan um tagnarskyldu.