Hjárlparfólk
Hjálparfólk:
Hjálparfólk hava í útgangstøði onga námsfrøðiliga útbúgving ella eftirútbúgving innan fyri námsfrøðiliga økið.
Arbeiðsuppgávur:
Dagstovnurin Hans Andrias Djurhuus væntar, at námsfrøðingar og hjálparfólk arbeiða saman um námsfrøðiliga arbeiðssetningin fyri stovuna og stovnin.
Stovnurin sær, at arbeitt verður saman um vanliga arbeiðið í gerandisdegnum, tá ið:
- børn fara á vesi
- tey skulu úr klæðum og latast í
- blæur verða skiftar
- etið verður
- spælt verður í garðinum
- annað virksmemi er saman við børnunum
Hjálparfólk skulu arbeiða saman við námsfrøðingunum um kensluliga partin, sum eru millum børn og vaksin: T.d. tá ið eitt barn er dottið, grætur, skal troystast ella hevur tørv á, at onkur vaksin lurtar eftir, hvat tað hevur at siga.
Námsfrøðingar skulu leiða og taka ábyrgd av námsfrøðilgu tilgongdunum. Námsfrøðiliga arbeiðið fer fram í toymi við hjálparfólkum og námsfrøðingum á stovuni.
Arbeiðið hjá hjálparfólkum er knýtt av námsfrøðini á stovuni / stovninum. Námsfrøðingarnir vegleiða og samstava við hjálparfólkini um uppgávurnar á stovuni.
Høvðusuppgávan er at virka fyri, at námsfrøðiligu tilgongdirnar vera gjørdar og fylgdar.
Hjálparfólk kunnu við sínum persónligu eginleikum og lærdómi gera arbeiðsuppgávur á høgum stigi.
Einstaka hjálparfólkið samstarvar við allar starvsfelagar og er við til at loysa nógvar praktiskar uppgávur og annað, sum hjálpir námsfrøðiligu tilgongdini at vera so góða sum yvirhvur gjørligt.
Hjálparfólk er við í øllum arbeiði
- Hjálparfólk er við í námsfrøðliga arbeiðinum við børnunum.
- Hjálparfólk kunnu sjálvstøðug leggja til rættis og taka ábyrgd av børnunum í samstarvi við námsfrøðingarnar á stovuni.
- Hjálparfólk skulu vera umhugsin um tær námsfrøðiligu tilgongdirnar, soleiðis at skilja, at tey skulu gera best møguligar menningartilgongdir til børnini. Hjálparfólk kunnu arbeiða i toymi og sum einstaklingar
- Hjálparfólkini er við til at tryggja, at børn og foreldur fáa ávirkan á gerandisdagin hjá barninum á stovuni/stovninum
- Hjálparfólk er við til at leggja arbeiðið til rættis, t.d. foreldrafundir – morgunmat – foreldraviðtal. Øll tilrættleggjan skal hava sum mál at styrkja tað námsfrøðliga arbeiðið
- Hjálparfólk kunnu vera við til allar verkætlanir og tilgongdir á stovninum.
- Hjálparfólk viðvirka til, at virksemi, verkætlanir, praktiskar uppgávur, innkeyp v.m. verða gjørd sum tey eiga
Hjálparfólk eru í tøttum samstarvi við onnur starvsfólk á stovninum, tey hava eina ábyrgdarfulla arbeiðsuppgávu, sum skal vera loyst í tøttum samstarvi við námsfrøðingarnar á stovninum. Námsfrøðingarnir saman við leiðsluni tryggja, at námsfrøðiliga arbeiðið hjá hjálparfólkunum verður ment.
Leiðsla og starvsfólk vilja gera sítt til, at stovnurin er sjónligur partur av býnum.
Einstaka hjálparfólkið skal í sínum arbeiðið brúka sínar persónligu eginleikar, royndir, vitan og førleikar.
Hjálparfólk eru ein týðningarmikil eind í starvsfólkabólkinum sum skal arbeiða aktivt fyri at røkka teimum málum, sum eru sett fyri stovnin.
At vera støðugur og ábyrgdarfullur eru lyklaorð fyri einstaka hjálparfólkið.
Hjálparfólk skulu til eina og hvørja tíð kunna seta spurnartekin við arbeiðsháttin hjá námsfrøðingunum, øðrum starvsfólkum, varaleiðara og leiðslu.
Hjálparfólk mugu til ein og hvørja tíð arbeiða eftir fíggjarligu karminum, sum eru fyri stovnin.
Hetta verður væntað av stovnsleiðsluni til øll hjálparfólk, sum arbeiða á Dagstovninum Hans Andrias Djurhuus.